Tað er ikki bara føroyska náttúran, sum Vígdis brúkar í sínum listarverkum. Kvæðini hava eisini hennara stóra áhuga og hevur hon t.d. gjørt eina myndarøð við 12 klippmyndum sum í stødd máta 100x70 cm, myndaevnið í hesum 12 listarverkunum er kvæðið Ormurin Langi eftir Jens Christian Djurhuus. Postverk Føroya keypti øll 12 listarverkini og brúkti tey til at prýða føroysk frímerki við í 2006, sí mynd her á síðuni. Hesar 12 klippmyndirnar hava eisini verði við til fleiri framsýningar, m.a. í Noreg í býunum Førde, Fjalar og Hyllestad. Í Íslandi vóru listarverkini við til mentunarnátt í Reykjavík, har Vígdis var boðin til saman við einum dansifelag. Myndirnar vóru hongdar upp og eini 70-80 fólk, øll í føroyskum klæðum, kvóðu Ormin Langa, meðan fleiri 100 íslendingar hugdi at. Myndirnar vóru eisini sýndar fram í Keypmannahavn, har Rotary hevði landsfund og evnið var víkingar. Tá var Postverk Føroya har við klippunum hjá Vígdis Sigmundsdóttir av Orminum Langa.