Vígdis sigur, at í sínum listaliga virksemi hevur hon stóra nyttu av útbúgving síni í interiør design (innandura arkitekt), eitt nú komposisjón, farvulæru, perspektiv og fríhondstekning. Seinastu árini hevur Vígdis mest arbeitt við klippmyndum, hon hevur sjálv ment sín egna klippi teknikk. Motivið finnur Vígdis oftast í føroysku náttúruni, t.d. bygdir ella landsløg. Sí t.d. næstovastu myndina her á síðuni, har motivið er Sumba ella niðasta myndin sum vísir listarverk hjá Vígdis har evnið er Trongisvágsfjørður, Tjaldavík og Tjaldavíksholmur.