Vígdis Sigmundsdóttir hevur heilt frá barni av altíð tekna og málað nógv, tað gjørdu tey nógv av í hennara barnaheimi. Hon er dóttir kenda listamannin Sigmund Petersen sála.Vígdis hevur í mong ár bert arbeitt við papírsklippi, hon dámar henda arbeiðsháttin sera væl.

Vígdis er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur , interiør arkitektur og hevur luttikið á listaskeiðum bæði í Føroyum  og í Danmark. Teknikkin til papírklippini hevur hon sjálv funni fram til. Hon arbeiður nógv við ljós og skugga og damar best, tá sólin gevur henni skuggar.

Perspektiv, farvur og samanseting arbeiðir hon nógv við. Tá tekningin/skitsan er liðug gjørd, byrjar hon at klippa myndina. Hon brúkar sýrufrítt karton og Pritt límstiftir, hon klippur, sker og skræðir papírið.

Vígdis hevur sín egna arbeiðshátt, og vanliga íblásturin til myndaevnini eru úr føroysku nattúruni.

Tað var í samband við framsýning í Førde norðan fyri Bergen, hagar Vígdis var boðin, at hon fór í kvæðaheimin eftir evni til klippmyndirnar, av kvæðinum Ormurin Langi, sum er norsk søga . Aftaná framsýningina í Førde, av teimum 12 klippmyndinum , komu 10 myndir út á føroysk frímerkir í 2006.u.