Ormurin Langi 1

1. Viljið tær hoyra kvæði mítt,
viljið tær orðum trúgva,
um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
til Hildar ting.
 

Ormurin Langi 2

3. Knørrur varð gjørdur á Noregis landi,
gott var í honum evni;
sjúti alin og fýra til
var kjølurin millum stevna.
 

Ormurin Langi 3

10. "Einar skalt tú nevna meg
væl kann boga spenna
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna".
11. "Hoyr tú tað, tú ungi maður, 
vilt tú við mær fara, 
tú skalt vera mín ørvar-garpur 
Orminn at forsvara."
 

Ormurin Langi 4

31. Ólavur siglir í Eysturhavi, 
ætlar heim at fara; 
tá ið hann kom í Oyrasund, 
hann sær ein skipaskara.
 

Ormurin Langi 5

33. Danimarks kongur til orða tekur: 
"Alt mær væl skal ganga; 
Krist signi míni eygu tvá, 
nú síggi eg Orminn langa."
37. Eirikur hyggur í havið út, 
talar til sínar menn: 
"Tað svørji eg við sannan Gud, 
teir síggja ei Orminn enn."
 

Ormurin Langi 6

45. Úlvur reyði í stavni stendur; 
gott var í honum evni: 
"Leggið ei Orminn longri fram, 
enn hann hevur longri stevni." 
46. Kongurinn stendur í lyfting aftur; 
í skarlak var hann klæddur. 
"Nú síggi eg, mín stavna-maður 
er bæði reyður og ræddur."
 

Ormurin Langi 7

49. Ólavur stendur á bunkanum, 
talar til sínar menn: 
"Hvør eigir hesi nógvu skip? 
Eg kenni tey ikki enn." 
50. Svaraði Torkil, kongsins bróðir, 
mælir av tungum inna: 
"Danimarks kongur og Svøríkis kongur 
vilja tín deyða vinna."
 

Ormurin Langi 8

56. Svøríkis kongur mót Ólavi legði 
eina morguntíð, 
tað var sum í bál at líta, 
skeiðir dundu í. 
62. Løgdu teir knørr við knarrarborð, 
hvørgin vildi flýggja; 
høvur og kroppar í havið tumla, 
øðiligt var at síggja.
 

Ormurin Langi 9

77. Bardust teir á miðjum skipi, 
vil eg frá tí greiða; 
øvugur mátti jarlurinn leypa 
aftur á Jarnbrad breiða.